í Desember í 2013 keyptu brøðurnir Heini og Høgni Tausen, Grótvirkið í Skopun. Báðir hava arbeitt á virkinum áður. Nú hava teir avgjørt at virkið verður kallað "Føroya Grótvirki".

 

Tað eru serliga 3 ymiskar framleiðslur í dentur verður lagdur á, gravsteinar, borðplátur og flísar av ymisku slag. Fyrst og fremst er tað tann føroyski marknaðurin sum skal verða tann berandi. Hetta siga teir skal gerast við framleiða og lata vøru ið er av eini dygd sum ikki kann samanberast. Samstundis skal kundin verða í focus og tænastustøðið skal verða á einum høgum støði.

 

Eitt sindur um okkum...

Tvørtur ígjøgnum Føroyar gongur ein basaltlind sum hevur ein serligan eginleika. Tað føroyska basalti hevur júst tann rætta "konsistensin" til at hápolera og annars virka t.d. gravsteinar, húsaklædningar, flísar og borðplátur úr. Basalt hevur tann eginleika framum t.d. granit at tað er eitt sindur bleytari og harvið ikki brotnar eins og granit.

 

Henda serstaka basaltlind gongur tvørtur ígjøgnum Føroyar, hon er at finna á Boðanesi í Havn, á Kirkjubøreyni og aftur í Skopun. Hetta er eisini orsøkin til at virkið er í Skopun.

Umleið ein kilometur frá virkinum, í Høvdarhaga, liggur grótbrotið sum Føroya Grótvirki fær sína rávøru. Avtala er við Búnaðarstovuna um langtíðarleigu av Grótbrotinum og útvinnan av basaltinum.  

Grótbrotið og rávøran...

Maskinurnar...

Fleiri, rættuliga stórar maskinur skulu til fyri at viðgera basalti, frá tí at tað kemur frá grótbrotinum í upp til 25 tons tungum klettum, til tað stendur stum hápoleraðir gravsteinar, hápoleraðar borðplátur ella flísar við ymiskum yvirflatum og sniðum.

 

Ein av rættuliga stóru maskinunum er Rammusagin. Hon verður vanliga brúkt til at skera basalti niður til flísar. Hon verður drivin við einum stórum svinghjóli/armi og sker við 14 bløðum samstundis. Vanliga verður skorið við eini ferð sum er uml. 12 cm. um tíman.

Maskinan varð keypt nýggj til Føroya í 1981, tað var Føroya Mekaniski Grótídnaður ið keypti hana. Allir flísarnir sum eru brúktir til at klæða og sum gólv og tún á Brunatryggingarbygninginum eru skornir við hesu maskinu. Almannaverkið heldur til í hesum bygningi nú.

 

 

SEND FYRISPURNING
FYLG OKKUM

Facebook

Tormansvegur 36

FO-240 Skopun

TLF. 331100

FAX. 331101

EMAIL. fgv@fgv.fo

HER ERU VIT

Instagram