SEND FYRISPURNING
FYLG OKKUM

Facebook

Tormansvegur 36

FO-240 Skopun

TLF. 331100

FAX. 331101

EMAIL. fgv@fgv.fo

HER ERU VIT

Instagram

1877 - J.A. Arge avgerð at hann skal virka fyri at fáa skipað grótvirksemi.

 

1900 - J.A. Arge fer eina kanningarferð til Noregs, Svøríki og Danmarkar fyri at hyggja at hvussu grótvirksemi verður skipað.

 

1909 - 8. September verður fundur hildin í "teatersalen", hetta fyri at kanna møguleikan fyri "udvikling af en stenindustri på Færøerne".

 

1911 - Í September er J.A. Arge við ein stórum tali av basaltprøvum, bæði poleraðum, men eisini ópoleraðum, á Christiansborg Slots Arbejdsplads. Har var hópin av arkitektum og eisini Justitsminister Bulow. Her verður avtalað av royna at skaffa fígging til eina størri kanning av føroyskum basalti.

Her verður samstundis kannað styrki, slitstyrki o.s.v. av hesum prøvum.

 

  • Miðal vektfyllan er 2,86

  • Miðal “trykstyrke” er 2128 kg. pr. kvadratcm. (til samanberingar er Allinge Granit millum 2047 og 2487 kg. - meðan svensk Granit er 1412 og 1926 kg.)

  • Miðal “modstand mod slid” d.v.s. prøvestykkets højdetab under forsøget. 1,85 mm. (til samanberingar liggur Allinge Granit millum 0,4 og 0,8 mm.

 

Samstundis vóru royndir gjørdar av føroyskum basalti, ið eru komnir til Danmarkar nøkur ár framanundan.

 

  • Miðal vektfyllan er 2,99

  • Miðal “trykstyrke” er 3220 kg. pr. kvadratcm.

  • Miðal “modstand mod slid” d.v.s. prøvestykkets højdetab under forsøget. 1,26 mm.

 

Grótið til hesar prøvar er tikið tætt við gamla hospital í Tórshavn.

 

1912 - Akademisk Architektforening fekk játtað 4.000,- á finansloven í 1912 til at gera eina kanningarferð til Føroya fyri at hyggja at møguleikunum og at skriva eina frágreiðing um møguligt grótvirksemi og útflutning av hesum úr Føroyum.

Á ferðini til Føroya vóru, arkitekt Emil Jørgensen, Stenhuggermester Constantin Olsen og borgmester H.C.V. Møller. Fleiri basaltprøvar, bæði tilhøgdir, men eisini ráir vóru sendir til Danmarkar til víðari kanningar.

 

1915 - J.A. Arge hevur høgt til trapputrin, ið verða leveraði til Kristiansborg slot. Talan er um tvær trappur sum ganga upp til teir báðar tingsalirnar.

 

1926 - Lars Larsen verður sendur til Føroya av eini nevnd, sett av donsku stjórnini at kanna líkindini fyri grótídnaði í Føroyum.

 

1928 - Lars Larsen fer til Týsklands og Svøríki at fáa roynt at skorið føroyskt grót til plátur. Teir eru sera væl nøgdir við úrslitini.

 

1929 - Føroya Grótvirki verður stovnað. Virkið var sett á stovn í november, við 25.000,- í eginpeningi. Nevndin er sett saman av "amtslæge Heerup", "apoteker Djurhuus" og "S.Z. Arge. Hesin seinast nevndi er sonur J.A. Arge. J.A. Arge verður mettur at verða tann sum hevur slóða fyri at hetta virkið er sett á stovn.

 

1931 - 26. Februar andaðist Jacob Andreas Arge, 77 ára gamal.

 

1948 - Føroya Mekaniski Grótídnaður verður stovnaður á várið. Stovnarir eru Hans Vilhelm Simonsen, keypmaður, Kjartan Mohr, stjóri, C. O. Jensen, stjóri, Lars Larsen, steinhøggarameistari, Mogens Lützen, keypmaður og Jens Pauli av Reyni, allir úr Havn.

Løgtingið hevur játtað 125.000,- sum garantipening. 57.000,- eru teknaðir, men minst 50.000,- skulu teknast afturat og teir verða bjóðaðir út í apríl mánaði.

 

1951 - 1. Juni verður innbjóðing til at seta pening í virkið fyri at hækka partapeningin (100.000,-) Hetta fyri at fáa játtað størri lán frá fíggingarstovnum til íløgur av maskinum.

 

1953 - 1. Juni verður aftur bjóða til tekning av nýggjum partapeningi. Talan er um slakar 100.000,-.

 

1955 - Eini 10-15 tons av Oceanit verða send til Danmarkar fyri at royna at smelta, hetta fyri at kanna um hetta kann brúkast til bjálving. Sum til dømis í rockwool. Hetta grótslagið, Oceanit verður at kallað bara funnið í norðara parti at Streymoynni og Eysturoynni.

 

1959 - Føroya Mekaniski Grótídnaður selur fyri 70.000,- í gravsteinum.

 

1960 - Á Føroya Mekaniska Grótídnaði arbeiða á summri 1960, 8 mans.

 

1961 - Byrja verður at bróta grót á Boðanesi.

 

1967 - Á várið verður minnisvarðin í Porkeri avdúkaður. Minnisvarðin er ein 6 metur høg súla. 2 metur breið í neðra og 0,9 metur breið í erva, laga av høgdum gróti. 2.500 steinar tilsamans. Á stabbum rundanum eru grótplátur, har í nøvnini og hvussu teir eru farnir, graverað niðurí. Arbeiðið byrjaði í mai 1965. Sigmund Djurhuus hevur staðið fyri arbeiðinum. Arbeiðstekningina hevur Morell-Nielsen gjørt eftir uppskoti frá minnisvarðanevndini. Willian Smith hevur gjørt tekningarnar til myndirnar á grótplátunum, sum Føroya Mekaniski Verkstaður hevur gjørt.

1978 - Í Desember verður minnisvarði yvir sjólætnar reistur í Skálavík. Minnisvarðin er gjørdur á Grótvirkinum í Havn. Hann ímyndar ein bát við stevninum vendum úteftir. Sjálvur báturin er avmyndaður sum eitt bátasegl. 

 

1980 - Føroya Mekaniski Grótídnaður hevur 200.000,- í halli.

 

1981 - Føroya Mekaniski Grótídnaður hevur 600.000,- í halli. Nýggjar maskinur verða keyptar fyri uml. 1 millión. Eisini verða nýggj hús bygd.

Sølan vaks í 81 og 82 frá 400.000,- til 1.300.000,-. Men samstundis hækka útreiðslurnar frá 400.000,- upp í 2.000.000,- sama tíðarskeið.

Grótvirkið verður útbygt fyri uml. 1.700.000,- (maskinur og 1 bygningur)

10 fólk í arbeiði.

 

1982 - Føroya Mekaniski Grótídnaður hevur 900.000,- í halli.

 

1983 - Føroya Brunatrygging skal hava ein ordra uppá uml. 2.000.000,-

 

1984 - Føroya Mekaniski Grótídnaður verður lýstur til sølu. Faroe Stone keypir virkið.

 

1985 - Faroe Stone fær boð frá Ídnaðargrunninum um at steðga arbeiðinum, tí at teir kunnu ikki góðtaka søluna.

 

1991 - Faroe Stone flytir frá Yvuri við Strond niðan á Sandvíkarhjalla.

 

1995 - Minnisvarði úti í Hesti, Árni Ziska hevur tilevnað minnisvarðan úr føroyskum basalti. Minnisvarðin verður avdúkaður í november mánaði.

 

Eitt sindur um føroyska grótsøgu, lýst við árstølum.