Minnisvarðar

Nógvir minnisvarðar eru í Føroyum. Ofta verða minnisvarðar reistir fyri at minnast teir ella tey, ið eru farin á sjónum. Men eisini eru fleiri minnisvarðar reistir yvir fólk, ið hava framt eitthvørt, ið vit meta, at vit eiga at reisa ein minnisvarða yvir.

 

Her fara vit at royna at samla og lýsa teir minnisvarðar, ið eru tilevnaðir úr føroyskum gróti.

 

Langt er á mál, og tí skulu tit verða vælkomin at hjálpa. Um tit liggja inni við myndum ella vita okkurt áhugavert um onkran minnisvarða, so eru tit vælkomin at seta tykkum í samband við okkum á teldupostadressu: fgv@fgv.fo.

Minnisvarði á Torvheyggi, á Tvøroyri (6. juni 1926)

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

20. januar 1925 er í Føroyatíðindum frammi uppskot um at gera ein minnisvarða yvir teir, ið hava latið lív á sjónum. Blaðið hevur serliga vanlukkuárini eftir í 1919 í tonkunum.

Ein nevnd verður sett at arbeiða víðari við minnisvarðanum. Nevndin verður samd um, at minnisvarðin eigur at vera úr føroyskum gróti, og at hann skal ikki prýðast ov nógv. Man ímyndar sær, at nøvnini skulu høggast í steinin, sum skal líkjast einum bautasteini. Tað verður ikki roknað við, at slíkur steinur fæst í Suðri,

Seinni út á summarið leita N.P. Mortesen, Herluf. B. Thomsen, ingeniør Bech og Ole Arge eftir einum hóskandi steini við Veðranes í Sundalagnum. Funnir verða tveir steinar, sum vónir eru um, at tað fer at eydnast at hála oman í fjøruna, har Ellen skal fáa teir umborð.Á heysti er útvaldi steinurin, ið vigar um 5 tons, fingin á keiina á Tvøroyri.

Nevndin heldur, at ein gyltur krossur og teksturin “Teir sjólótust fyri føðilandið”, saman við “Ingen har større kærlighed end denne, der sætter sit liv til for sine venner” frá Johannesar evangilienum, skal prýða steinin.Nøvnini á teimum sjólatnu skal høggast í steinplátur, ið verða lagdar kring heyggin, og stendur Ole Arge fyri arbeiðinum.

25. marts kemur steinurin á pláss. Við at nýta ein trífót, sum er gjørdur úr 18 alin longum bjálkum, og eina sonevnda patenttalju, skipa Joh. Mortensen og A. Åkesson fyri arbeiðinum.Síðan verður farið undir at gera økið kring minnisvarðan liðugt, soleiðis at alt er klárt til vígsluna, ið skal vera tá kongaparið kemur á vitjan á Tvøroyri, sunnudagin 6. juni 1926.

 

Minnisvarði í Skálavík (17. desember 1978)

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

Minnisvarðin er gjørdur á grótvirkinum í Havn. Groth Nolsøe hevur staðið fyri arbeiðinum við fundamentinum. Og Hergeir Antoniussen hevur lagað.

Minnisvarðin stendur eystanfyri bygdina, og sæst bæði av vágni og úr bygdini.. Hann er evnaður úr føroyskum gróti, og ímyndar ein bát, vendum stevninum úteftir. Sjálvur steinurin er myndaður sum bátasegl, og á tað eru nøvnini skrivað.

 

Minnisvarði í Króki, Sandur (juli 1994)

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

Minnisvarðin er gjørdur eftir fyrimynd, ið Tummas Krog hevur gjørt. Minnisvgarðin lýsir nakrar høvuðstættir í lívi Jóannes Clementsen, Jóannes í Króki. Ein opin bók, ein fjøðurpennur, ein fjallstavur, ein haki, ein varði og aks. Árni Ziska, gróthøggari, hevur tilevnað, úr gróti úr sands haga. 

SEND FYRISPURNING
FYLG OKKUM

Facebook

Tormansvegur 36

FO-240 Skopun

TLF. 331100

FAX. 331101

EMAIL. fgv@fgv.fo

HER ERU VIT

Instagram