SEND FYRISPURNING
FYLG OKKUM

Facebook

Tormansvegur 36

FO-240 Skopun

TLF. 331100

FAX. 331101

EMAIL. fgv@fgv.fo

HER ERU VIT

Instagram

Rundsýning

Føroya Grótvirki er eitt opið virkið, hetta merkir at vit fegin vilja hava fólk inn á gólvið, har ið vit vísa runt á virkinum og greiða frá framleiðslugongduni. Kaffi er altíð á kannuni og vit eru altíð klárir til eitt gott prát og rágeving.



 

  • Eisini er møguleiki fyri at fáa eina víðkaða rundsýning á Føroya Grótvirki. Innihaldið í eini víðkaðari rundsýning er sera áhugavert og fjølbroytt. Víst verður runt á virkinum, greitt verður frá hvussu maskinurnar saman við dygdarhandverki arbeiða hesar upp til 30 tons tungu steinarnar til teir standa sum vakrir gravsteinar ella sum til dømis okkara sermerktu grótveggjaklokkur.

 

  • Greitt verður frá føroysku grótsøguni, heilt afturi frá kirkjubømúrinum fram til dagin í dag.

 

  • Komið verður inn á ymiskleikan í føroyska basaltinum, samanberingar verða gjørdar við onnur grótsløg, eins og greitt verður frá hesum grótsløgum.

 

  • Tosað verður tilgongdina ísamband við at vit komu inn í hesa vinnu og keyptu Føroya Grótvirki, eins og greitt verður frá framtíðarvónum og ætlanum.

 

  • Møguleiki er sjálvandi eisini fyri at kaffi og okkurt gott afturvið er at fáa ísamband við rundsýningina.

 

Prísir og onnur kunning er at síggja niðanfyri…

 

Við føroyskari grótkvøðu

 

Heini & Høgni Tausen