SEND FYRISPURNING
FYLG OKKUM

Facebook

Tormansvegur 36

FO-240 Skopun

TLF. 331100

FAX. 331101

EMAIL. fgv@fgv.fo

HER ERU VIT

Instagram

Undirgrund

Føroysk framleiðsla, tá ið hon er best

Føroya Grótvirki er farið í eitt samstarv við Undirgrund. Aftanfyri hugskotinum við Undirgrund eru tveir jarðfrøðingar. Saman við teimum eru vit á Føroya Grótvirki farnir at útvikla og menna ymiskir brúkslutir úr føroyskum basalti.

Saman við Undirgrund eru tað komnar tvær ymiskar vørur higartil.

Whisky grót

Í desember mánaði í 2014, vóru fyrstu posarnir av whisky gróti settir til sølu.

Ikki kann sigast annað, enn at hetta whisky grótið fekk sera góða undirtøku. Trupult var at framleiða nokk, til at kunna nøkta eftirspurningin

 

Whisky grótið er føroyskt basalt. Grót úr suðuroynni, Porkeri. Grótið er skorið til fýrhyrningar 2 x 2 x 2 cm. síðani eru teir slípaðir til soleiðis at teir fáa avrundaðar kantar. Ein snotuligur søluposi er serframleiddur til at hava hesar 8 whisky steinarnar í. Eisini er ein lítil faldari við, ið lýsir endamálið og hvussu hesir steinar til dømis halda kuldan.

Undirløg

Í desember í 2015, var so næsta vøran klár at senda á marknaðin.

Eins og whisky grótið, eru undirløgini framleidd úr føroyskum basalti. Tó eru undirløgini framleidd úr basalti úr Høvdarhaga í Skopun.

Undirløgini eru sekshyrnt, mátini eru uml. 10 cm. horn úr hornið. Tjúgdin á undirløgunum er uml. 3 mm.

Eins og við whisky grótinum eru hesu undirløg í einum sera snotuligum pakningi.

 

Vørurnar eru at fáa á hesum sølustøðum:

      - Õstrõm, Tórshavn

      - Maria Poulsen Búnýti, Tórshavn

      - Inspiratión, Tórshavn

      - Klæðnahandilin Skotið, Vágur

      - Berglon, Runavík

      - Storm, Saltangará

      - Stanley, Norðskála

      - Tógvhandilin hjá Vimu, Klaksvík

      - Sjóferåir, Vestmanna

      - DUTY FREE FAE, Flogvøllurin

      - Norrøna

      - Smyril

      - Nordatlantens Brygge, Keypmannahavn

      - Nordatlantisk Hus, Odense