Nógvir ymiskir møguleikar eru tá ið tað kemur flísar. Her eru nakrar yvirflatur sum eru at velja ímillum. Sjálvsagt kunnu vit bjóða hesar yvirflatur á brotflísum, samstundis sum vit kunnu skera teir til í øllum hugsandi støddum.  

Føroyskir flísar

Vanligt

Henda yvirflata er bert skorin. Ongin onnur viðgerð er av yvirflatuni.

Sandblást

Henda yvirflatan er skorin og síðani er hon sandblást. Hetta ger at yvirflatan verður eitt sindur meir ósløtt.

Bustað

Hendan yvirflatan er skorin og síðani er hon bustað.

Hetta ger at hon fær eina yvirflatu sum mest er at líkna við at hon er bustað við eini sera grovari stálbust.

Slípað

Henda yvirflata er skorin og síðani er hon slípað. Hetta ger at hon fær eina sera slætta yvirflatu. 

Brent

Henda yvirflata er skorin, síðani er hon brend við einum skeribrennara. Hetta ger at yvirflatan støkkur av í flakum og ger eina rættuliga óslætta yvirflatu.

Sera vælegnað uttandura.

Hápolerað

Henda yvirflatan er skorin, síðani er hon polerað. Hett ager at hon fær eina yvirflatu sum er sera blank og harvið vælegnað til t.d. borðplátur. Ofta verður hon brúkt til flísar á t.d. baðirúmum.

Henda yvirflata er ikki egnað uttandura.

Stokkhamrað

Henda yvirflatan er skorin, síðani er hon stokkhamrað. Tað vil siga at hon eftir at verða skorin, veråur løgd á eina maskinu sum slær við einum hamara niður á yvirflatuna. Hetta hevur við sær at hon fær eina sera óslætta yvirflatu.

Sera vælegnað uttandura. 

SEND FYRISPURNING
FYLG OKKUM

Facebook

Tormansvegur 36

FO-240 Skopun

TLF. 331100

FAX. 331101

EMAIL. fgv@fgv.fo

HER ERU VIT

Instagram