Uppihaldstrappurnar í Vágsbotni

Tíðliga í 2015 fingu vit ein fyrispurning frá Tórshavnar kommunu, sum var áhugað sum partur av eini nýggjari miðbýarætlan, um at broyta økið niðri í Vágsbotni. Hugsanin var at gera einar uppihaldstrappur úr føroyskum gróti, har ið Perlan áður hevði staðið.

Tað var arkitektafyritøka ZETA, við Ragnar Zachariasen á odda, ið eisini vunnu kappingina um eina nýggja miðbýarætlan, ið kom við hugskotinum um at broyta økið og gera hesar uppihaldstrappur.

Nakað mitt í 2015, tá ið avtalur og annað var komi uppá pláss og Andrias Ziska var klárur at byrja uppá arbeiðið niðri í Vágsbotni, fóru vit á Føroya Grótvirki undir hetta ovurhonds stóra arbeiðið.

Arbeitt var bæði dag og nátt fyri at klára henda stóra ordra. Um eini 700 tons av ráum gróti skuldi borast og spreingjast úr grótbrotinum í Høvdarhaga í Skopun. Størstu kranabilar í Føroyum skuldi suður fyri at lyfta hesar upp til 30 tons tungu steinar uppá blokkvognar og koyrast oman á virkið. Síðani skuldi allir hesir ráu steinar skerast niður í plátur, við eini tjúgd á 15 cm.

Hesar sera snotuligu trappur, ið nú standa í Vágsbotni sum eitt satt príðið fyri býin og sum eitt arkitektoniskt meistarverk, framleitt í Føroyum úr føroyskari rávøru, eru uppbygdar av eini 2.000 ymiskum steinum. Eingin er eins, allir eru skornir út eftir máti og høgdir til, við hond, soleiðis at hetta risa putlispæl skuldi ganga upp, tá ið teir vóru lagdir.

Av liðugt tilhøgdum steinum munnu tað verða eini 400 tons av gróti. Eitt av allarstørstu byggiverkum úr gróti í føroyasøgu.

Og sigast má at føroyingar hava tikið sera væl ímóti hesu trappu. Har hava verið hópin av ymiskum tiltøkum á trappunum, fótbóltsdystir á stórskíggja, tónleikakonsertir, guðstænastur, brúðarvígslur og mangt mangt annað.

SEND FYRISPURNING
FYLG OKKUM

Facebook

Tormansvegur 36

FO-240 Skopun

TLF. 331100

FAX. 331101

EMAIL. fgv@fgv.fo

HER ERU VIT

Instagram