Ymisk grótarbeiði í Føroyum

Kirkjubømúrurin

Bygdur umleið ár 1300, av Erlendi Biskoppi.

Uml. 25,5 mtr. langur og 10,8 mtr. breiður, 9 mtr. høgur. Múrurin er uml. 1,5 mtr. tjúkkur.

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

Kirkjan í Fámjin

Tá nýggj kirkja skuldi byggjast í Fámjin í 1875, var heitt á Guðbrand Sigurðsson um at standa fyri byggingini. Nýggja kirkjan í Fámjin er á mangan hátt meinlík Ólavskirkjuni í Kirkjubø, sum varð bygd í 1874.

Hon er úr gróti; veggirnir eru dupult lagaðir. Ovasta av eysturendanum, upp í roysnið, er úr tigulsteini. Veggirnir eru hvítir uttan og innan; upprunaliga pussaðir og kálkaðir, í dag málaðir

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

Kongaminnið

Jákup Andrias Arge í 1882. Hans Christian Amberg stóð fyri byggingin og hevur allarhelst eisini teknað Kongaminnið.

Obeliskurin ella grótsúlan var gjørd til minnis um fyrstu kongs­vitjanina, sum verið hevði í Føroyum (Christian IX kongur í 1874).

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

Amtmanshúsini

Amtmanshúsini stóð Hans Christian Amberg fyri at byggja, uml 1878-80.

Amtmaðurin hevði av fyrstantíð búð í Kommandantshúsinum eystan fyri ánna. Nýggjur bygningur var reistur til amtmannin í 1880-81 á høvdini omanfyri, laðaður av føroyskum gróti eftir tekningum, sum arkitekturin H.C. Amberg hevði gjørt.

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

Eiðis kirkja

Eiðis kirkja er partvís bygd úr føroyskum gróti,

Hans Christian Amberg stóð fyri byggingini, hon var vígd 18 september 1881.

Í 1870-unum var hugurin at byggja kirkjur úr viði lítil, tí hildið var, at viðurin fór ov skjótt. Menn høvdu hug at royna við gróti, sum nógv var av á Eiði. Heitt var á danan Hans Christian Amberg at hjálpa í 1878. Hann var arkitektur frá akademinum í Keypmannahavn 1865.

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

Doypifunturin

Doypifunturin í Sørvágs Kirkju er høgdur úr føroyskum basalti av Johan Andreas Petersen úr Mikladali. Hetta var í 1882.

 

Fyrstu húsini

Fyrstu húsuni, sum vóru bygd úr Føroyskum gróti, bygdi Jákup Andrias Arge, hann bygdi tey úti við Rættará í 1883.

 

Õstrõm

Fabrikkin hjá Östrøm í 1886, Jákup Andrias Arge. Fyrsta ídnaðarvirkið í Føroyum var fabrikkin hjá Öström og skuldi virka tøð, albumin og lím. Fabrikkin varð bygd úti í Rættará í 1886-87. Hon stendur enn prýðilig við síni eyðkendu sagtentu framsíðu móti vágni, av laðaðum gróti og málað hvít.

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

Býráðshúsini 

(Gamli Kommunuskúlin), bygdur í 1894 er av føroyskum basalti, hann var kommunuskúli til 1955.

Kommunuskúli varð bygdur við Vaglið í 1894-95, og hann er nú umsitingarhús hjá býarstjórnini. Hann varð bygdur av føroyskum gróti og skuldi vera nóg sterkur til at kunna standa í øldir. Dugnaligir grótmenn vístu, at tað bar aftur til at byggja við landsins egna tilfari.

Djóni í Geil teknaði bygningin. Jákup Andrias Arge og brøður hansara lagaði bygningin.

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

Tey næstu árini vórðu fleiri grótbygningar gjørdir, nakrir teirra sum bústaðir, m.a. Skiparagøta 15 og Dr. Jakobsens gøta 23.

 

Sethús hjá Sigmund Arge í Dr. Jacobsensgøtu, 1902. (Nú Nemus Napoleon Djurhuus)

 

Sparikassin

Sparikassa bygningurin í miðbýnum í Havn er eisini bygdur av Jákup Andrias Arge, hann var bygdur í 1905.

Arkitekturin T.A. Bald teknaði í 1904 Føroya Sparikassa í miðbýnum, bygdur av høgdum gróti. Bygningurin er átøkur gamla kommunuskúla á Vaglinum, har eisini høgt føroyskt grót varð nýtt. Sparikassin hevur í 1960 árunum fingið eina hegnisliga uppíbygging, sum J.P. Gregoriussen teknaði.

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

Føroya Banki 

Gamli Føroya Banki í Tórsgøtu í 1906. Arkitekturin Iversen úr Ålborg stóð í 1906 fyri at byggja eitt hús í tveimum hæddum fyri Føroya Banka í Tórsgøtu. Ein vakur og hugtakandi bygningur úr timbri í erva, settur oman á høga kjallaragrund av gróti. Bygningurin var tikin í nýtslu í november mánaði.

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

Müllers pakkhús 

Søren Emil Muller (1856 - 1922) letur henda bygning byggja í 1908.

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

Evensens pakkhús í 1913.


 

 

 

 

 

 

 

 

Gamla Landsbókasavnið

Nú Fróðskaparsetur Føroya.

Amtsbókasavnið á Debesartrøð varð bygt úr føroyskum gróti í 1930-31, kanska við fyrimynd í Kommunuskúlanum.

Arkitekturin H.C.W. Tórgarð (1885-1957) teknaði bygningin.

 

 

 

 

 


 

 

 

 

Listarverk

Listarverkið, Móðurmálið, gjørt í 1948 av Janus Kamban (1913-2009). Listarverki er tilevnað úr føroyskum basalt. Minnisvarðin er gjørdur á Føroya Mekaniska Grótídnaði. Hann er 2 metur høgur. Lars og Helmuth Larsen høgdu minnisvarðan til.

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

Minnisvarðin í Viðarlundini í Havn

Bygdur í 1956, er partvís gjørdur úr føroyskum basalti. Føroya Mekaniski Grótídnaður hevur gjørt grótplátuna, har ið nøvnini á teimum sjólætnu standa á. Kåre Orud, norskur myndahøggari hevur gjørt minnisvarðan. Arbeiðstekningarnar hevur felagið Lamhauge og Waagstein gjørt. Jákup Simonsen, byggimeistari hevur staði fyri arbeiðinum at seta minnisvarðan upp.

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 


 

 

 

 

 

 

Christianskirkjan

Bygd úr føroyskum basalti, hon var bygd í 1963.

 

 

 

 

 

 

 

 


 

 

 

Minnisvarði í Hvalba

Teknaður og gjørdur av Føroya Mekaniska Grótídnaði. Hann var avdúkaður 6. November 1960. Minnisvarðin er reistur í gamla kirkjugarðinum í Skálum. Tað er brúkt umleið 100 tons av gróti til at byggja fundamenti til henda minnisvarða. Hann er 3,70 metrar langur, slakan metur breiður og 3,65 metrar høgur. Mitt á framsíðuni er ein krossur, runt um krossin eru 20 plátur við nøvnum á.

 

 

 

 

 

 


 

 

 

 

 

 

 

 

Minnisvarði í Sandvík

Upprunaliga var hann settur á Sandvíksegg, men har var hann so illa slitin av vindi og veðrium, at avgjørt var at flyta hann til Sandvíkar. Hetta var í 1958.

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

Minnisvarði á Strondum 

Minnisvarðin er gjørdur á Føroya Mekaniska Grótídnaði í Havn í 1976. Hann er gjørdur úr føroyskum basalti. Árni Ziska hevur teknað hann. Hann er reistur sum minnið fyri teir ið eru sjólætnir í Sjóvar sókn.

Minnisvarðin er høgdur til so at hann ímyndar fýra krossar, ein í hvørja av høvðusættunum. Hann er fýra metrar høgur.

 

 

SEND FYRISPURNING
FYLG OKKUM

Facebook

Tormansvegur 36

FO-240 Skopun

TLF. 331100

FAX. 331101

EMAIL. fgv@fgv.fo

HER ERU VIT

Instagram